International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

12,4% verða kostscreenað á LS

10. NOVEMBER 2015

Á ESPEN ráðstevnuni 2015 í Lissabon vórðu úrslit frá eini audit løgd fram. Kannað var, hvussu nógvir sjúklingar á øllum somatisku deildunum vóru kostscreenaðir (nutritional risk screening). Poula Patursson, cand.scient, framdi kanningina. Kliniskur ábyrgdarhavari var Kári Rubek Nielsen, gastroenterolog og ráðgevi var Shahin Gaini, infektiónsmedisinari. Kanningin var góðkend av Vísindasiðsemisnevndini og boðað til Dátueftirlitið.

 

Kanningin fór soleiðis fram, at á 2 ymiskum døgum í 2014 vórðu journalir hjá øllum innløgdum sjúklingum kannaðar við at brúka Cosmic (talgildu Heilsuskipanina), og skrásett varð, um teir vórðu screenaðir fyri føðsluvanda. Sambært reglugerðum hjá Landssjúkrahúsinum eiga allir sjúklingar at screenast innan 24 tímar.

 

Úrslitið var, at 14 av 99 innløgdum sjúklingum vórðu screenaðir sambært leiðreglunum. Nakrar deildir vóru, sum screenaðu nógvar av sínum sjúklingum, meðan aðrar als ikki screenaðu. Heili 71% av teimum screenaðu sjúklingunum vóru í føðsluvanda (score ≥3). Hetta kundi týtt á, at sjúklingar ið eru í serligum føðsluvanda, verða oftari screenaðir enn restin. Tá bert 12,4% vórðu screenað, er tó torført at siga nakað um føðsluvandan hjá teimum ikki screenaðu.

 

Poster varð vístur fram, og nógv fólk vístu kanningini áhuga. Millum annað vóru fleiri, ið kendust við, at talið av screenaðum sjúklingum er sera lágt, tá fokus ikki er á screening. Harafturímóti ger tað stóran mun at varpa ljós á týdningin av screening, men fokus má vera áhaldandi, annars minkar talið aftur.

 

Postarin við øllum úrslitunum sæt her.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.