International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Meira nøgd við matin á B6

28. DESEMBER 2015

í 2013 vóru sjúklingarnir ónøgdir við matin á B6, so í 2014 var spennandi at vita, um hetta var broytt. Hetta kannaðu vit við tveimum nøgdsemiskanningum.

 

í 2013 blivu sjúklingarnir á B6 spurdir, hvat teir hildu um matin á deildini. Sum heild vóru sjúklingarnir ikki serliga nøgdir við matin, serliga var tað millummálarnar, sum tey vóru ónøgd við. Vanligt var, at millummáli seinnapart var ein flís av franskbreyði við súltutoy afturvið einum kaffi- ella temunni. Heili 50% søgdu drekkamunnin vera vánaligan ella sera vánaligan í 2013.

 

Úrslitið frá fyrru nøgdsemiskanningini vísti okkum á, at okkurt mátti broytast. Sum liður í Kostverkætlanini bleiv maturin broyttur, áðrenn fasa 2 av Kostverkætlanini bleiv sett í gongd. Nógvar ymiskar broytingar vórðu gjørdar, m.a. var altíð ein flógvur rættur at fáa afturvið nátturðanum og ymiskar proteinríkar dessertir vórðu gjørdar. Egin uppskrift við róma, kvark og frukt (sera proteinrík).

 

Men serliga var tað seinnapartsdrekka, ið vit settu okkum fyri at broyta, nú helmingurin av sjúklingunum søgdu seg vera ónøgdar í 2013. Hetta broyttu vit:

  • altíð fríska frukt ella ber á tallerkin
  • altíð ost á breyð ella keks
  • gjarna mjólk ella kakao afturvið
  • gjarna nøtu/rosinu blanding afturvið

 

Tá vit aftur spurdu sjúklingarnar um seinnapartsdrekka í 2014, vóru bert 8% ið søgdu seg vera ónøgd! Eisini starvsfólkini, bæði gongsgentur og sjúkrarøktarfrøðingar, søgdu matin vera nógv meira innbjóðandi at bjóða sjúklingum :-)

 

Stutt lýsing av nøgdsemi kann síggjast á postaranum, ið bleiv vístur fram í Lissabon í september 2015 (er á enskum) og sí annars spurnarblað og úrslit í vinstra bredda undir Nøgdsemiskanning.

Myndir

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.