MaSu-verkætlanin

MaSu-verkætlanin

PhD verkætlan

Á Skurðdeplinum
Byrjað 2017

Samband

Poula Patursson
pp@ls.fo * Tlf. +298 224 112

Føðsla og venjing til skurðsjúklingar.

Verkætlanin MaSu fevnir um 150 skurðsjúklingar á Landssjúkrahúsinum. MaSu er ein liður í eini PhD verkætlan byrjað í oktober 2017.

Endamálið við kanningini er at kanna

  • um 2 proteindrykkir um dagin í 8 vikur ávirka vøddavevnaðin hjá skurðsjúklingum aftaná útskriving samanborið við vanligan mat
  • um tað ger mun at venja 3 ferð um vikuna umframt at fáa proteindrykk
  • um maturin og venjingin ávirka lívsgóðskuna og kropsligar førleikar
  • um tað er munur á úrslitinum alt eftir hvørja skurðviðgerð sjúklingurin hevur fingið

Styttingin "MaSu" stendur fyri Malnutrition in Surgical patients in the Faroe Islands: Screening and post-discharge nutrition and resistance training (MaSu study).

Føðslutrot í samband við sjúku er sera útbreitt millum skurðsjúklingar, har umleið 40-50% lætna ella eta ov lítið til at fasthalda almennstøðuna. 70% av teimum sjúklingum, ið lætna undir innlegging, lætna enn meira aftaná tey eru komin heim av sjúkrahúsinum. Kanningar av føðslu til skurðsjúklingar hava áður mátað vekt, meðan henda kanningin leggur dent á vøddavevnað, tí tað hevur stóran týdning fyri útlitini hjá sjúklingum.

Les meira um kanningina í vinstra bredda.



Tal av vitjandi her á síðuni:

Web
Analytics Made Easy - StatCounter

-------------------------------------------------- 

Nýtt um MaSu

 

26. APRÍL 2018
Drykkirnir eru nú - langt um leingi - komnir til Landssjúkrahúsið! Fyrsta sending er nú á veg frá goymsluni á LS oman á skurðdeildina G4. Loksins kunnu vit fara í gongd við at ... Les meira
23. MARS 2018
Nú eru drykkirnir til MaSu kanningina endiliga umborð á skipi á veg til Føroyar. Nestle Health Science er sponsor av MaSu kanningini og veitir drykkir til endamálið. Tað hevur ... Les meira
21. FEBRUAR 2018
14. FEBRUAR 2018

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.