Anestesisjúkrarøktarfrøðingar til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum

Anestesisjúkrarøktarfrøðingar til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum anestesisjúkrarøktarfrøðingum til Anestesideildina. Talan er um tvey føst fulltíðarstørv frá 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Í báðum førum er talan um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.

Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfata økini: “Anestesideild, viðrakning, intensiv, bráðmóttøka/ skaðastova, kommunulæknavakt og sjúkraflutningstænastu.”

Arbeiðið á Anestesideildini fevnir í høvuðsheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinir, t.d. ortopedi, gynekologi/ obstetrik, almen kirurgi, urologi, oyra,næsa og háls, eygna – og tannlæknaviðgerð.                                                                                                                                               

Á deildini verða umleið 2.500 anestesiveitingar gjørdar um árið. Aðrar anestesiveitingar verða givnar, t.d. at leggja venflon, anestesi til ECT, umframt at vit eru við, tá bráðfeingis neyðflutningur er við flogfari til Danmarkar.

Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har sjúkrarøkt verður samantvinnað við hátøkni, so er møguleikin her.

Vit bjóða

  • Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  • Starvsfelagar við góðum fakligum førleika
  • Ein spennandi arbeiðsdag við møguleika fyri egnari menning

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
  • Evni til skjótt at skapa sær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Áhugi til og førleika at taka stig til fakliga menning og reflektión
  • Góð samstarvsevni og ábyrgdarkensla fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • Góður telduførleiki
  • Førleiki at undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar

 

Lønar – og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jonnu O. Hansen, deildarleiðara, lokal 5757, lsjonha@ls.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin, 26. november 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu: www.ls.fo, kanst tú lesa okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum “Leys størv”

Vinarliga søk starvið her

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.