Avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur á G3, Hæmodialysan.

Avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur á G3, Hæmodialysan.

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing til Hæmodialysuna á G3 skjótast gjørligt fram til 31. Des. 2018. Starvið er í dag- og kvøldvaktum á fullari tíð við møguleika fyri lægri brøki.

G3 er felagsheitið fyri tey medisinsku ambulatoriini á Landssjúkrahúsinum, harav hæmodialysan er ein funktión. Tikið verður ímóti sjúklingum til hæmodialysu allar dagar. Harafturat hava vit opið 5 kvøld um vikuna. Rúm er fyri 6 sjúklingum um dagin. Ætlandi fer virksemið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum starvast í hæmodialysuni, eisini at fevna um eitt prædialysu ambulatorium í framtíðini. Arbeitt verður eftir kontaktpersónsskipanini.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • at veita røkt og viðgerð til sjúklingar í hæmodialysu

Dentur verður lagdur á

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • kliniskar royndir og fakliga vitan innan serøkið
  • góð samstarvsevni

Vit bjóða

  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samarbeiði

Nærri fæst at vita við at ringja 304500 Evu M Holm, deildarleiðara, lokal 6250 ella til Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfr. og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 7. Februar 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal vikomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv."

Søk starvið her

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.