Bioanalytikarar til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Bioanalytikarar til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið bioanalytikarar til farloyvisstørv í tíðarskeiðnum: 1. desember 2019 - 1. desember 2020

Misjónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklinginum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði, at menna, útbúgva starvsfólk og at granska.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, starvsfólkini eru errin av at arbeiða her, og at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.

Tey strategisku málini vísa kósina og eru grundarlagið undir ymsu átøkunum. Trygd og dygd skal vera ein sjálvsagdur lutur í dagliga arbeiðinum.

Á Rannsóknarstovuni starvast 27 bioanalytikarar, 1 patologur, 1 læknaskrivari, 1 skrivari, 1 hjálparfólk.

Rannsóknarstovan umfatar:

  • kliniska biokemi
  • kliniska immunulogi og blóðbanka
  • kliniska mikrobiologi
  • kliniska fysiologi og nuclearmedisin
  • patologi
  • screeningseind og biobanka                                                                                            

Krøv til umsøkjarar:

  • bioanalytikaraútbúgving
  • góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit kunnu bjóða:

  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu (vakt á deildini og tilkall úr heiminum). Bústaður kann útvegast.

Umsóknarfreistin er 1. nov 2019
Vinaliga søk starvið her

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi bioanalytikara Ann E. Østerø, tlf. 304500, lokal 5601, t-post: lsannos@ls.fo

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.