Elektrikari til Teknisku deild

Elektrikari til Teknisku deild

Tekniska deild í Tænasudeplinum søkir elektrikara fulla tíð til setan 1. mars 2017 ella eftir avtalu. Tann sum sett/ur verður, verður partur av føstu vaktarskipanini.

Tekniska deild

Høvuðsendamálið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum og bygningslutum umframt øllum tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð. Tekniska deild er partur av Tænastudeplinum, har umleið 150 starvsfólk eru í starvi. Tænastudepilin fevnir eisini um felagskøk, kafe, vaskarí, felagsgoymslu, medico deild og reingerðar- og húsavarðatænastu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum 

  • Teknisk útgerð
  • el-innleggingar og umvælingar
  • ymiskt fyrifallandi arbeiði
  • luttøka í vaktarskipan

 Vit vænta at tú hevur

  • útbúgving sum elektrikari
  • hug at arbeiða við og menna egnar fakligar førleikar
  • góð samstarvsevni og tænastusinni
  • gott handalag
  • góðan røkjuskap
  • góðan KT-førleika
  • ert sjálvstøðug/ur og kreativ/ur
  • tol at arbeiða undir trýsti 

Landsjúkrahúsið brúkar CTS-skipan & Mdoc FM viðlíkahaldsskipan.

 Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • ávirkan á fakliga menning
  • góða innleiðslu

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála við Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Asbjørn Pálsson, telefon 234536, e-post asbjorn.palsson@ls.fo ella til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 304539, e-post lssabni@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23. februar 2018 

Dokumentatión fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu í originalum líki.

Á okkara heimsíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni "um okkum"

Vinarliga søk starvið her

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.