Ergoterapeutur til Ergo- og Fysioterapideildina

Ergoterapeutur til Ergo- og Fysioterapideildina

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ergoterapeuti til Ergo- og fysioterapideildina. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv á 1,0 at byrja 1. januar 2020 fram til 31. desember 2020.

Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 19 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er ergoterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er ergoterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.
Arbeitt verður evidensbasera vísandi til nýggjari gransking.
4 ergoterapeutar starvast á deildini, sum saman við 14 fysioterapeutum veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. Harumframt starvast eitt hjálparfólk á deildini.

Uppgávunar hjá ergoterapeutinum er at screena sjúklingar fyri dysfagi, endurvenja apoplexi/ neurologiskar sjúklingar, heimavitjanir, ráðgeva um hjálpartól, veita endurvenjing aftaná arm/hond frakturar og skurðviðgerðir, kannað og byrja endurvenjingar til sjúklingar á barnadeildini. 
Deildin skal ætlandi flyta í nýtt spennandi umhvørvi í H-bygninginum ætlandi í 2021.

Krav: 
Góðkenda útbúgving sum ergoterapeutur

Dentur verður lagdur á 
• Góðkenda útbúgving sum ergoterapeutur
• at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
• at tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
• at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
• at tú tolir ein fjølbroyttan gerandis við nógvum ymsum uppgávum 
• at tú hóskar væl til toymið, bæði fakliga og persónliga 
Harumframt væntað vit, at tú ert broytingarsinnað/ur, framskygd/ur og hevur áhuga og førleika at samstarva við nógvar ymsar fakbólkar.

Vit kunnu bjóða 
• Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi
• Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
• Kompetentar starvsfelagar 
• Innanhýsis frálæru og førleikamenning
• Eitt av landsins størstu og mest avbjóðandi arbeiðsplássum

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Álvur Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella skriva teldupost til alvha@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 21. oktober 2019
Vinaliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".
Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søk starvið".

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.