Frítíðaravloysarar til Landssjúkrahúsið, summar 2018

Frítíðaravloysarar til Landssjúkrahúsið, summar 2018

Søkt verður eftir starvsfólki til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 1. juni til og við 31. august 2018.

Vit søkja eftir

  • sjúkrarøktarfrøðingum
  • ljósmøðrum
  • heilsurøktarum
  • radiografum
  • bioanalytikarum
  • Føðsluatstøðingum til køkin
  • Hjálparfólkið til køkin
  • Hjálparfólk til vaskaríið
  • Hjálparfólk til reingerð
  • Arbeiðsfólk

Økini, ið tørva summarfrítíðaravloysarar í ár, eru

  • kirurgiskar-, psykiatriskar- og medisinskar seingjadeildir
  • hæmodialysu ambulatorium
  • onkologi
  • hjartadeild
  • B5, barna- og ungdómsdeild
  • føðideild/præmaturstova og ljósmøðratænasta
  • skurðgongd
  • intensiv, viðrakning og skaðastova
  • anestesideild
  • kommunulæknaskipanin
  • røntgendeildin
  • rannsóknarstovan
  • køkurin
  • vaskaríið
  • reingerð
  • arbeiðsfólk

Førleikar 

  • ágrýtin starvsfólk við dirvi, góðum samstarvsevnum og fleksibuliteti
  • fakligan áhuga innan økini
  • evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar tað veri seg innanhýsis og uttanhýsis
  • eitt opið og jaligt sinni
  • góðan telduførleika

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at ringja 304500 til depils- ella deildarleiðaran:

  • Elin Vitalis, Skurðdepilin, lokal 5102, elivi@ls.fo
  • Ingun Gaardbo, Medisinski depilin, lokal 6102, lsingga@ls.fo
  • Eydna Lindenskov, Psykiatriski depilin, lokal 4102, eydna.lindenskov@ls.fo
  • Ann E. Østerø, Diagnostiski depilin, lokal 5601, lsannos@ls.fo
  • Jónleyg Fossabrúgv, Bráðdepilin, lokal 5811, lsjonfo@ls.fo
  • Jonna Hansen, Anestesi afd., lokal 5757, jonha@ls.fo
  • Rannvá D. Christiansen, leiðandi ljósmóðir, lokal 5303, lsranch@ls.fo
  • Gudnu á Rógvi Joensen, leiðandi økonoma, lokal 1260, gudna@ls.fo
  • Herborg Joensen, Tænastudepilin, lokal 1190, herborg.joensen@ls.fo
  • Heimir Ottósson, Tænastudepilin, lokal 1270, heimir.ottosson@ls.fo

Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 20. februar 2018.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið her

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.