Fysioterapeutar til Ergo- og Fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum

Fysioterapeutar til Ergo- og Fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum fysioterapeutum til Ergo- og fysioterapideildina.
Talan er um eitt fast starv 0,75 at byrja 1. oktober 2019 ella eftir avtalu og eitt farloyvisstarv frá 1.oktober 2019 til 31. juli 2020 á brøk 1,0 at byrja 1. oktober 2019 ella eftir avtalu.

Fysioterapeutur til barnaøki 
Fysioterapeuturin til fasta starvið á brøk 0,75 skal arbeiða innan barnaøki og er dagliga partur av medisinska toyminum.
Uppgávunar innan barnaøki er at kanna, viðgerða, heimavitjanir, vitja stovnar og skúla, ráðgeva um hjálpartól, gera endurvenjingarætlanir og byrja endurvenjingar til sjúklingar á barnadeildini. Ein partur av brøkinum verður brúktur í medisinska toyminum til medsinskar sjúklingar. 

Krav: 
Góðkenda útbúgving sum fysioterapeutur

Dentur verður lagdur á 

  • Áhuga og royndir fyri viðgerð við børnum
  • at tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • at tú tolir ein fjølbroyttan gerandis við nógvum ymsum uppgávum 
  • at tú hóskar væl til toymið, bæði fakliga og persónliga 

Harumframt væntað vit, at tú ert broytingarsinnað/ur, framskygd/ur og hevur áhuga og førleika at samstarva við nógvar ymsar fakbólkar. 

Fysioterapeutur til psykiatriatsiku deild
Fysioterapeuturin til farloyvisstarvið á brøk 1,0 skal arbeiða psykiatrisku deild og partvís í  medisinska toyminum. 
Á psykiatriska deplinum verður tú ein partur av einum tvørfagligum toymi, ið arbeiðir út frá sjónarhorninum at kroppur og psyka hanga saman. Uppgávan hjá fysioterapeutunum er at arbeiða við kroppinum, við td kroppsterapi, somatisk fysioterapi, undirvísing og vegleiðing arbeitt verður bæði individuelt og við bólkum. Endamálið er at betra fysiska og psykiska støði, at fremja heilsu og fyribyrgja sjúku.
Tíðin verður deild ímillum innlagdar og ambulantar sjúklingar.

Krav: 
Góðkenda útbúgving sum fysioterapeutur

Dentur verður lagdur á 

  • Áhuga at arbeiða innan psykiatriska økið
  • Áhuga í at arbeiða við viðgerðarháttinum BBAT (Basic Body Awareness Therapy)
  • at tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • at tú tolir ein fjølbroyttan gerandis við nógvum ymsum uppgávum 
  • at tú hóskar væl til toymið, bæði fakliga og persónliga 

Harumframt væntað vit, at tú ert broytingarsinnað/ur, framskygd/ur og hevur áhuga og førleika at samstarva við

Vit kunnu bjóða 

  • Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Kompetentar starvsfelagar 
  • Innanhýsis frálæru og førleikamenning
  • Eitt av landsins størstu og mest avbjóðandi arbeiðsplássum 

Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 19 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar.  Arbeitt verður við bæði  innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir. 
Arbeitt verður evidensbasera vísandi til nýggjari gransking. 
14 fysioterapeutar starvast á deildini, sum saman við 4 ergoterapeutum veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum. 
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. Harumframt starvast eitt hjálparfólk á deildini. 

Deildin skal ætlandi flyta í nýtt spennandi umhvørvi í H-bygninginum ætlandi í 2021. 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Álvur Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella skriva teldupost til alvha@ls.fo 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 23.september 2019
Vinaliga søk starvið her
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søk starvið".

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.