Fysioterapeutur til barnsburðarfarloyvisstarv

Fysioterapeutur til barnsburðarfarloyvisstarv

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir fysioterapeuti til Ergo- og fysioterapideildina. Talan er um eitt barsilsvikariat á 40 tímar um vikuna, til setan frá 01. november 2019 til 30. apríl 2020.

Á Landssjúkrahúsinum eru medisinskar, psykiatriskar og kirurgiskar sergreinar, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerð, sum er knýtt at hesum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongd.

Á Ergo- og fysioterapideildini eru 16. 7 fulltíðarstørv. 1 leiðandi terapeutur, 13 fysioterapeutar, 4 ergoterapeutar og 1 hjálparfólk.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Kanning og viðgerð apoplexi/neurologi og medisinskum sjúklingum
  • Annað sjúkrahúsarbeiði.

Vit leggja dent á

  • prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
  • fakligar royndir innan sergreinarnar
  • royndir og áhugi fyri neurologi/apoplexi
  • góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi, aðrar samstarvspartar og primera sektorin

Vit bjóða

  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • innleiðslu og upplæring

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Álv Hansen, leiðandi fysioterapeut, tlf. 304500, lokal 5797, alvha@ls.fo

Umsóknarfreistin er 21. oktober 2019

Vinaliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søk starvið".

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.