Ljósmøður til farloyvisstørv á Føðideildini

Ljósmøður til farloyvisstørv á Føðideildini

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ljósmøðrum til Føðideildina. 

Talan er um:

- Eitt barsilsfarloyvisstarv á starvsbrøki 0,75 í skiftandi vaktum til setan 1. oktobur 2019 til 31. august 2020. 

- Eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. oktobur 2019 til 31. august 2020.

- Eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. oktobur 2019 til 31. mars 2020 

Føðideildin er ein samansett deild við tveimum sergreinum, ið umfata barnakonur, føðingar, barsil og neonatologi. Endamálið við deildini er at veita viðgerð og røkt til barnakonur og nýfødd børn. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at deildini og heilsuskipanini annars. Deildin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

• starvsøkið fevnir um viðtalur í viðgongutíðini

• føðifyrireiking

• at vara av innløgdum barnakonum

• at vara av barnakonum undir føðing og dagarnar eftir, at tær hava átt

Dentur verður lagdur á

• prógv og góðkenning sum ljósmóðir

• royndir innan viðgongu, føðing og barsil

• góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni

• hug til fakliga menning og avbjóðingar

• ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnaða á deildini

• góðan telduførleika

• at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga

Vit bjóða

• felags innleiðslu fyri nýsettum starvsfólkum, umframt innleiðslu á deildini

• eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum

• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið eru at fáa við at ringja til Rannvá Debes Christiansen, leiðandi ljósmóðir, tlf. 304500 lokal 5303.

Umsóknarfreistin er 26. september 2019

Vinaliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum  "Leys størv."

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.