Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir sjúkrarøktarfrøðing til B6

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir sjúkrarøktarfrøðing til B6

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingi í førtsum starvi til B6 á brøki 0,8, at byrja 16.04.20.

B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

 

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:

Onko-, gastroentero- endokrino-, hemato-, reumato-, nephrologi, infektiónsmedisin og palliatión.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

 

Krøv til umsøkjaran

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligur áhugi innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góður telduførleiki
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga ein væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

Vit bjóða

  • innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sonju Nielsen deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036, teldupostur lssonni@ls.fo. 

Umsóknarfreistin er 05.04.20

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skula havast við til eina møguliga samrøðu.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.