Corona.fo

Psykiatriski Depilin søkir eftir sálarfrøðingi

Psykiatriski Depilin søkir eftir sálarfrøðingi

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi til ambulantu eindina fyri vaksin at byrja skjótast tilber ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á brøki 0,8. 

Talan er um eitt spennandi og fjøltáttað starv sum í høvuðsheitum umfatar sálarfrøðiliga útgreining - og viðgerð av vaksnum fólki, umframt samskipan, undirvísing og tvørfakliga supervisjón. Ambulanta eindin er samansett av serlæknum í psykiatri, læknum, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, ergoterapeutum, fysioterapeutum og skrivarum. Vit leggja dent á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til borgaran í útgreining og viðgerð. 

Ambulanta virksemi á Psykiatriska deplinum fevnir um fleiri spennandi serøki og/ella tilboð – sum eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, musikterapi, sosial førleikavenjing, kognitiv remediering, ADHD-toymið, økispsykiatri, oligofreni, umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing.  

 

Førleikakrøv

• Cand.psych ella samsvarandi útbúgving við autorisatión. Kandidatar uttan autorisatión kunnu eisini søkja starvið

• Viðkomandi arbeiðsroyndir

 

Dentur verður lagdur á

• Arbeiðsroyndir innan útgreining og terapeutiskari viðgerð av vaksnum fólki

• Arbeiðsroyndir við bólkaviðgerð og tvørfakligari supervisjón

• Góð skipanarevni og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis

• Førleika at miðla kanningarúrslit til aðrar fakbólkar og samskipa viðgerð

• Hegni at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt

• Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar 

• Jaligt sinni í mun til eina organisatión í menning og framgongd

• Góð samskiftisevni – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi

 

Vit kunnu bjóða

• Eitt spennandi og fjølbroytt starv

• Eitt dynamiskt arbeiðspláss, sum er í støðugari menning

• Eitt gott fakligt og sosialt umhvørvi við ágrýtnum starvsfelagum

• Fakliga menning og supervisión 

 

Lønar – og setanartreytir

Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Umsóknarfreistin er 19.10.2020

Nærri upplýsingar fáast  við at seta seg í samband við psykologfakligan leiðara, Rannvá Sloan Jørgensen ransl@ls.fo, ella leiðandi yvirlækna, Tórmóður Stórá, t-post: tormodur.stora@ls.fo tlf. 30 47 40. 

Søk starvið her.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.