Reingerðarstarvsfólk til Tænastudeildina á Landssjúkrahúsinum.

Reingerðarstarvsfólk til Tænastudeildina á Landssjúkrahúsinum.

Talan er um spennandi ófaklærd avloysarastørv innan reingerð í Tænastudeildini til setan beinanvegin ella eftir avtalu.

Arbeiðstíðin er umleið 32 tímar um vikuna í skiftisvaktum (í dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktum).

Eisini søkja vit eftir avloysarum til at taka vaktir av og á.

Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur arbeiðsroyndir.

Arbeiðsuppgávurnar umfata í høvuðsheitum reingerð eftir galdandi reglum. Neyðug upplæring verður givin.

 

Persónligir eginleikar:

  • ábyrgdarkensla
  • fryntlig/ur og fyrikomandi
  • tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
  • góð samstarvsevni
  • góður røkjuskapur
  • góð heilsa

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við, at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 ella á telduposti: susanna.nolsoe@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26. februar 2020. Við tað, at starvsetaninar hava skund, eru áhugað vælkomin til beinanvegin at seta seg í sambandi við Súsannu Nolsøe.

Søk starvið her

 Viðmæli e. l. skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum “Leys størv.”

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.