International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Sjúkrarøktarfrøðingar til B7 á Medisinska deplinum.

Sjúkrarøktarfrøðingar til B7 á Medisinska deplinum.

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til tvey farloyvisstørv.

Eitt frá 1. juli 2020 - 30. juni 2021 á starvsbrøki 0,9 og eitt frá 1. aug. – 31. juli 2021 á starvsbrøki 0,7. Bæði í skiftandi vaktum.

B7 er neurologisk deild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt endurvenjing av sjúklingum við apopleksi.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á

  • At tú ert ágrýtin og hevur dirvi
  • At tú hevur góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Fjølbroytt arbeiði
  • Spennandi avbjóðingar

Nærri fæst at vita við at ringja 304500 lokal 6067 til Jónu Sigmundardóttir, deildarleiðara á B7.  

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal viðkomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður.

Umsóknarfreist: 24. juni 2020

Vinaliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv."

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.