Sjúkrarøktarfrøðingar til Lunga ambulatorium á Landssjúkrahúsinum

Sjúkrarøktarfrøðingar til Lunga ambulatorium á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til lungaambulatoriið.

Talan er um tvey føst størv á 0,5 brøki.

Setanarbyrjan verður 01.01.2020.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • sjúkrarøkt, viðgerð, viðtalur og eftirkanningar av sjúklingum, ið eru tilknýttir  lungaambulatoriið
  • sjálvstøðugt arbeiði, men eisini í samstarvi við lungalækna  
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina í hesi sergreinini

 Dentur verður lagdur á

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • kliniskar royndir í medisinskari sjúkrarøkt
  • fakligan áhuga og/ella útbúgving innan økið
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • royndir at starvast í lungaambulatorii
  • vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini í primera sektorinum

 Vit bjóða

  • felags innleiðslu- og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum 

Samstarv er við hjarta- og lungadeildina B8, har vikuskifti kunnu verða partur av arbeiðsætlanini.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Evu M. Holm, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 6250.

Umsóknarfreistin er  25.11. 2019.

Vinaliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli sendast við umsóknini.

Setunarsamrøður verða í viku  48.

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri “Søk starvið”.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.