Sjúkrarøktarfrøðingar til Medisinsku deild, B7.

Sjúkrarøktarfrøðingar til Medisinsku deild, B7.

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til 2 størv á B7 til setan 1. mars 2018:

  • 1 avloysarastarv í skiftandi vaktum á brøk 0,7 frá 1. mars. - 31. august 2018
  • 1 fast starv í skiftandi vaktum á brøk 1,0

B7 er neurologisk deild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt endurvenjing av sjúklingum við apopleksi.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á

  • At tú ert ágrýtin og hevur dirvi
  • At tú hevur góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Fjølbroytt arbeiði
  • Spennandi avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið er Landssjúkrahúsið og tænastan er í løtuni B7, Medisinski depilin.

Nærri fæst at vita við at ringja 304500 lokal 6067 til Jónu Sigmundardóttir, deildarleiðara á B7.    

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv."

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal viðkomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Umsóknarfreistin er 19. februar 2018

Vinarliga søk starvið her

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.