Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 á Medisinska deplinum.

Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 á Medisinska deplinum.

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til B6, at byrja skjótast gjørligt og til 31.08.20. Starvið er á brøki 1,0 við møguleika fyri lægri brøki.

B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:

Onko-, gastroentero-  endokrino-, hemato-, reumato-, nephrologi, infektiónsmedisin og palliatión.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

 Tú hevur

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligan áhuga innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísir og miðlar vitan skrivliga ein væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin
  • teldukunnleika á brúkarastøði

 Vit bjóða

  • innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sonju Nielsen deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036, teldupostur lssonni@ls.fo.  

Umsóknarfreistin er 21. oktober 2019  

Vinaliga søk starvið her

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.