Sjúkrarøktarfrøðingur til Barna- og ungdómspsykiatriska toymið (farloyvisstarv).

Sjúkrarøktarfrøðingur til Barna- og ungdómspsykiatriska toymið (farloyvisstarv).

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Barna- og ungdómspsykiatriska toymið til setan 1. apríl 2018 til 1. Mai 2019. Talan er um starv á starvsbrøki 0,8.

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er ein ambulant eind á Psykiatriska Deplinum, sum arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. 12 starvsfólk eru knýtt at eindini, sum er samansett av serlækna í barna- og ungdómspsykiatri, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, lækna og skrivara. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga.

Arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum umfatar í høvuðsheitum at luttaka í útgreiningar uppgávum, uppfylging í mun til heilivágsviðgerð, umframt ráðgeving av teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Umframt at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum, verður væntað, at sjúkrarøktarfrøðingurin eisini luttekur í bólkaundirvísing av børnum, foreldrum og fakfólki.

Til at menna arbeiðið verður arbeitt miðvíst við betringarháttinum Quality Improvement (QI) á Psykiatriska deplinum.

Førleikaynski

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Starvsroyndir innan psykiatri
  • Førleika at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar
  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Hegni at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva interprofessionelt
  • Fakligt arbeiðssemi
  • Jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Góðar samskiftis- og samstarvsførleikar
  • Virkisfýni og áhuga at menna barna- og ungdómspsykiatriska økið 
  • At tú ert fyrikomandi og álitisvekjandi

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsøki við vaksandi tilboðum
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi
  • Góðar møgulleikar fyri førleikamenning umvegis supervisjón og tvørfakligar konferansur

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Elisabeth Iversen, leiðara í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum, tlf. 304500 ella á lsanniv@ls.fo, ella Rebekku G. Perlick, yvirlækna rebekka.perlick@ls.fo

Umsóknarfreistin er 15. februar 2018

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum "Leys størv".

Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið her

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.