Sjúkrarøktarfrøðingur til G4/A3, Skurðdepilin.

Sjúkrarøktarfrøðingur til G4/A3, Skurðdepilin.

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingi til skurð seingjadeild G4/A3. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum til setan 1. mars 2018 – 31.mars 2019.

Deildin er ein kirurgisk seingjardeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, maga/tarm, urologi, gynekologi og eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 12 plássum á A3.

Dentur verður lagdur á

  • góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt
  • kreativitet og fleksibilitet
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • góðan telduførleika

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið og tænastan er í løtuni G4/A3 á Skurðdeplinum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Elin Vitalis, deildarleiðara á G4, tlf. 304500, lokal 5064.

Umsóknarfreistin er 23. februar 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið her

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.