Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðdepilin

Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðdepilin

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Skurðgongina til setan 1. apríl 2018.

Talan er um fast starv á brøk 0,8 við tilkallivaktum.

Á Skurðgongini arbeiða 18 sjúkrarøktarfrøðingar og 2 sterilassistenter. Skurðgongin hevur 6 operatiónsstovur, endoskopieind og sterilsentral. Okkara sergreinir eru ortopedi, alm. kir., gynækologi og urologi.

Sergreinir sum eygna- og ONH hava síni egnu starvsfólk.

Dentur verður lagdur á

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð samstarvsevni,  eitt opið og jaligt sinni
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • sjúkrarøktar fakliga vitan/royndir innan skurðviðgerðir / endoskopi
  • kreativitetur og fleksibilitetur
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • telduførleiki 

Vit kunnu bjóða

  • felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fæst við at ringja til Annu á Dunga, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5211/ lsanndu@ls.fo ella til Elin Vitalis,virkandi leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102/ lselivi@ls.fo

Umsóknarfreistin er 28. februar 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið her

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.