Spennandi lærupláss í Køkinum á Landssjúkrahúsin

Spennandi lærupláss í Køkinum á Landssjúkrahúsin

Hevur tú hug at læra at gera góðan og fjølbroyttan mat, so er hetta rætta læruplássið fyri teg.

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir arbeiðssomum og ídnum føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. mai 2020 ella eftir avtalu.

Vit bjóða lærupláss í einum góðum og spennandi fjølbroyttum umhvørvi við virknum og dugnaligum starvsfeløgum.

Vit ynskja, at tú ert ágrýtin og hevur hug at læra um og at framleiða rættan kost til sjúklingar og onnur. Umframt hetta ert tú álítandi, ábyrgdarfullur, tænastusinnaður og hevur góð samstarvsevnir. Eisini leggja vit dent á gott hegni til samskifti í skrift og í talu, umframt telduførleikar á brúkarastøði.

 

Útbúgvingarkrøv

  • Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
  • Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving (grundforløb)

Lærutíðin er 3 ár. Skúlagongdin er 30 vikur í lærutíðini, tríggjar ferðir 10 vikur skúlaskeið á tekniskum skúla í Føroyum/Danmark.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Royndartíðin er 6 mánaðir.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 304500, lokal 1260 ella telefon 234520.

Kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni http://www.ernaerings-assistent.dk/

Umsóknarfreistin er 6. apríl 2020

Søk starvið her

Upprunaprógv og viðmæli skulu havast við til samrøðu.

Les meira “um okkum” á www.ls.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.