Summarferiuavloysarar til køkin

Summarferiuavloysarar til køkin

Brennur tú fyri at arbeiða við góðum og føðslurøttum mati saman við dugnaligum og virknum starvsfeløgum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Køkurin á Landssjúkrahúsinum hevur tørv á føðsluatstøðarum, kokkum e.l. og køkshjálpum til at starvast í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00-15.00, og roknast kann við vaktum í vikuskiftinum.

Løn sambært avvarðandi fakfelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 304500, lokal 1260, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.