Corona (COVID-19)

Kunning um Corona (COVID-19)

Síðani desember 2019 hava verið fleiri tilburðir av coronavirus í Kina, sum ikki áður hava verið at sæð hjá menniskum. Síðani er virusið staðfest í nógvum øðrum londum. Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi hin 11. februar 2020, at nýggja coronavirusið fekk heitið COVID-19 (Corona Virus Disease 2019).

Teir fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í Wuhan í Hubei-landslutinum í eystur Kina. Tey smittaðu hava havt somu sjúkueyðkenni sum við lungnabruna: fepur, turran hosta og í summum førum trupulleikar við andaleiðini. Tað hava tó eisini verið tilburðir fleiri við coronasmittu, har sjúkueyðkennini hava verið mildari. 

Hent kunning um COVID-19
Í Føroyum eru tað danska Heilsustýrið og Landslæknin, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina fyri tilbúgvingini á heilsuøkinum. Heilsustýrið hevur gjørt neyvar leiðreglur, sum Sjúkrahúsverkið fylgir.

Føroysku myndugleikarnir hava á heimasíðuni www.corona.fo savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna gerandisdagar kl. 8-16, og leygardag og sunnudag kl. 12-15.

Coronalinjan
30 40 40
Gerandisdagar kl. 8 - 16
Vikuskifti kl. 12 - 15

 

Sjúkrahúsverkið hevur saman við øðrum heilsumyndugleikum framleitt nakað av hentari kunning í sambandi við coronavirus. Alt tilfarið er savnað á HER

 

Video





Plakatir 

 

 


Slepp undan smittu (pdf)

Slepp undan smittu #2 (pdf)

 

     

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.