Taxa

Corona (COVID-19)

Kunning um Corona (COVID-19)

Síðani desember 2019 hava verið fleiri tilburðir av coronavirus í Kina, sum ikki áður hava verið at sæð hjá menniskum. Síðani er virusið staðfest í nógvum øðrum londum. Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi hin 11. februar 2020, at nýggja coronavirusið fekk heitið COVID-19 (Corona Virus Disease 2019).

Teir fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í Wuhan í Hubei-landslutinum í eystur Kina. Tey smittaðu hava havt somu sjúkueyðkenni sum við lungnabruna: fepur, turran hosta og í summum førum trupulleikar við andaleiðini. Tað hava tó eisini verið tilburðir fleiri við coronasmittu, har sjúkueyðkennini hava verið mildari. 

Spurningar og svar um coronavirus (á donskum) 

Sjúkrahúsverkið er til reiðar
Heilsumyndugleikarnir fylgja væl við gongdini og eru til reiðar um ein tilburður verður staðfestur í Føroyum. Í Føroyum eru tað danska Heilsustýrið og Landslæknin, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina fyri tilbúgvingini á heilsuøkinum. Heilsustýrið hevur gjørt neyvar leiðreglur, sum Sjúkrahúsverkið fylgir.

Í Sjúkrahúsverkinum eru neyðugar fyrireikingar gjørdar og kunnað er innanhýsis um hvussu starvsfólkini skulu handfara møguligar støður við coronavirus hjá sjúklingi. Hetta snýr seg um nær vandi er fyri at persónar hava smittuna, hvussu kannað verður og hvussu starvsfólkini skulu vera um sjúklingarnar.

Danska heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen) hevur latið eina beinleiðis telefonlinju upp, ið kann nýtast av bæði heilsufakfólki og vanligum borgarum.

Telefonin svarar dagliga millum 7:30 og 14:30 føroyska tíð.
Telefonnummarið er +45 72 22 74 59.

Hent kunning um COVID-19
Sjúkrahúsverkið hevur saman við øðrum heilsumyndugleikum framleitt nakað av hentari kunning í sambandi við coronavirus. Niðanfyri eru leinkjur til tríggjar plakatir, sum øll eru vælkomin at skriva út og annars brúka eftir tørvi.

 

Video





Plakatir 



 Um tú verður sjúk/ur (pdf)

 

Til sjúklingar og avvarðandi (pdf)


Slepp undan smittu (pdf)

Slepp undan smittu #2 (pdf)

 

Poster in english

Corona Checklist in english (pdf)

   

 

Tak niður

Slepp undan smittu (png)

Slepp undan smittu (pdf)

Um tú verður sjúk/ur (png)

Um tú verður sjúk/ur (pdf)

Slepp undan smittu #2 (png)

Slepp undan smittu #2 (pdf)

Til sjúklingar og avvaðandi (png)

Til sjúklingar og avvarðandi (pdf)

Corona Checklist in english (png)

Corona Checklist in english (pdf)

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.