Árligi Granskingardagurin á Landssjúkrahúsinum verður, sum áður lýst, 28. mai og byrjar kl 13 í Forhøllini.
Granskingardagurin, ið fyrstu ferð varð hildin 29. mai 2013, er eitt tiltak, ið er sprottið úr tí økta áhuganum og strembanini at gera gransking til ein fastan tátt á Landssjúkrahúsinum. Menningin av einum og hvørjum nútímans sjúkrahúsverki krevur, at bæði útbúgving og gransking er ein nátúrligur og samansjóðaður partur av virkseminum, ið verður framt hvønn dag, og tí gleðast vit um, at granskingin seinastu árini er fleirfaldað og hevur breitt seg til fleiri fakøki. Sí meira um gransking á Landssjúkrahúsinum her. Skráin er spennandi og vísir ein part av tí margfeldni, sum lýsir føroyska heilsugransking. Skráin fevnir um styttri framløgur av granskingarverkætlanum, postaraframsýning og tveir longri fyrilestrar, sum taka samanum føroyska heilsugransking og tess menning, eisini verður granskingin sæð frá tí skeiva horninum. Sí skránna her.
Granskingarnevndin ynskir at bjóða øllum vælkomnum til Granskingardagin 2015 og vónar at síggja nógv vitjandi.
Við granskingarkvøðu,
Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum