International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Shahin Gaïni adjungeraður lektari á Setrinum

2. NOVEMBER 2015

Shahin Gaïni, yvirlækni, ph.d., og serlækni í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini á Landssjúkrahúsinum, er frá 1. november 2015 knýttur at Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya sum adjungeraður lektari í ígerðarsjúkum (infektiónsmedisini).

 

Ígerðarsjúkur hava bæði søguliga og í okkara nútíð havt stóran týdning fyri okkara heilsu. Dømir úr Føroyum eru meslingar, nátasjúka, botulisma og tuberklar. Globalisering, ferðamynstur, veðurlagsbroytingar og migratión gera, at smittisjúkur og resistentar bakteriur spjaðast globalt og eisini koma til okkara leiðir. Gransking og undirvísing í mikrolívfrøði og ígerðarsjúkum hevur tí stóran týdning eisini fyri okkum í Føroyum. Eitt høgt vitanarstøði innan mikrolívfrøði og ígerðarsjúkur skal gera tað møguligt í framtíðini at viðgera og koppseta fyri sjúkur, sum áður vóru lívshóttandi.

 

Shahin Gaïni hevur royndir við hægri undirvísing og vegleiðing av lesandi á øllum akademiskum stigum. Hann hevur undirvísingarroyndir frá Syddansk Universitet, frá útbúgving av læknalesandi og av nýggjum serlæknum. Á Setrinum hevur hann m.a. undirvíst á bachelorútbúgvingini í lívfrøði.

 

Sum adjungeraður lektari fer Shahin Gaïni at hava uppgávur, sum m.a. fevna um at menna hægri útbúgving og gransking innan heilsu- og læknavísindi, og at virka fyri heilsuvísindaligum samstarvi í Føroyum og uttanlands. Hann hevur í sínum virki tætt samstarv við Odense Universitetshospital, Syddansk Universitet, Amsterdam Universitet, Landspitali Ísland, Háskóla Íslands og Centers for Disease Control and Prevention innanfyri læknafrøðiliga gransking. Trý ph.d. lesandi í Føroyum og ein ph.d. lesandi í Danmark hava Shahin Gaïni sum vegleiðara.

 

Landssjúkrahúsið og Setrið undirskrivaðu í 2014 eina samstarvsavtalu. Adjungeringin av Shahin Gaïni verður við til at menna samstarvið millum stovnarnar.

 

Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, fegnast um adjungeringina. “Úrslit uttanlands vísa, at góðskan í sjúkrahúsviðgerð hongur saman við gransking á staðnum, og tí verður gransking eisini raðfest á Landssjúkrahúsinum. Vit vænta og vóna, at vísindaliga arbeiðið hjá Shahin Gaïni eisini fer at koma okkara sjúklingum til góðar.”

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.