International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Tiltak fyri sjúklingafeløg

13. MAI 2015

11. mai 2015 kl. 18-21 var tiltak fyri sjúklingafeløg, sum Sjúklingarráðið skipaði fyri á Landssjúkrahúsinum. Sjúklingaráðið hevur ma. Til uppgávu at viðgerða heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar og ráðgeva landsstýrismanninum hesum viðvíkjandi. Lesið nærri um Sjúklingarráðið her.
Endamálið við tiltakinum var at styrkja samstarvi millum Sjúklingaráðið og sjúklingafeløgini, at varpa ljós á og kunna um umskipan og menningarætlanir innan viðgerð uttanlands og á dygdarskipanina fyri føroyska sjúkrahúsverkið.

Formaðurin í Sjúklingaráðnum, Jákup N. Olsen, bjóði vælkomin og Kristianna Rein, limur í Sjúklingaráðnum var fundarstjóri.

Hergerð Heldarskarð, leiðari á Uttanlandstænastuni kunnaði um umskipan og menningarætlanir innan viðgerð uttanlands og broytingar í sambandi við at Sjúklingahotellið Tórshavn bleiv lagt saman við Landssjúkrahúsinum í fjør.

Gunnvá Guttesen, verkætlanarleiðari fyri trygd og dygd á Landssjúkrahúsinum greiddi frá tilgongdini viðv. akkreditering av sjúkrahúsverkinum.

Umleið 30 umboð fyri sjúklingafeløg og sjúklingaráðið møttu til tiltakið og fingu tey høvi at viðmerkja og seta spurningar.

Eftir at tiltakið í Veitsluhøllini var liðugt var farið oman til framsýningina í forhøllini um komandi H-bygningin, har Jan á Argjaboða, verkætlanarleiðari greiddi frá.

Ætlanin er at eftirmeta tiltakið og helst verður talan um eitt afturvendandi tiltak fyri at fremja kunning og dialog millum sjúkrahús og sjúklingafeløg.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.