International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Landssjúkrahúsið fer at innkalla frá øllum deildum umvegis Mínboks

6. JANUAR 2016

Allar innkallingar til kanning og viðgerð á Landssjúkrahúsinum verða nú sendar borgarum umvegis Mínboks.

 

LS sendir umleið 120.000 innkallingar út árliga til borgarar, sum hava tørv á tænastunum hjá stovninum. Eini 15.000 føroyingar hava longu meldað seg til Mínboks.

 

Borgarar sum ikki hava Mínboks fáa innkalling sum bræv eins og áður. Tó er nýggja arbeiðsgongdin til gagns fyri bæði borgarar og starvsfólk, so Landssjúkrahúsið fegnast um, at borgarar hava tikið so væl ímóti Mínboks.

 

Í eina tíð hava ávísar deildir sent innkallingar út umvegis Mínboks sum eina roynd, og nú er avgjørt, at talgildu innkallingarnar skulu umfata allar deildir hjá Landssjúkrahúsinum.

Hetta vil betra um samskifti við borgaran, sum eisini fær skjótari samband við Landssjúkrahúsið. Borgarin fær nevniliga møguleika at samskifta beinleiðis við Landssjúkrahúsið umvegis Mínboks og t.d. broyta ásettu tíðina.

Hetta letur seg gera, tí at Mínboks er umfatað av datatrygdini, sum er ásett við lóg og tryggjar, at viðkvæmar upplýsingar ikki falla í hendur á óviðkomandi.

 

Talgilding av innkallingum í føroyska heilsuverkinum er eitt frambrot innan samskifti við borgaran, tí við hesi  skipanini ber til trygt at svara og samskifta um viðurskifti, sum áður bert var møguligt umvegis telefon ella vanligt bræv.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.