International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Proteindrykkur og orkuríkar dessertir til sjúklingar á Landssjúkrahúsinum

14. SEPTEMBER 2016

Í gjár vitjaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, á Landssjúkrahúsinum, í samband við eina kostverkætlan á skurðseingjardeildini.

Í mars mánaða var ein kanning gjørd av, hvussu stórur partur av máltíðunum frá deildini fór til spillis. Úrslitið vísti, at størri mongd av mati fór til spillis. 

Matur verður ofta undirmettur í viðgerðarhøpi, tó kanningar uttanlands vísa á, at økta góðskan í mati viðførir færri innleggingardagar, færri infektiónir og færri endurinnleggingar av sjúklingum.

Við hesum grundarlagi fóru koststarvsfólk á Landssjúkrahúsinum tí í holt við eina verkætlan, við endamáli at gera høvuðsmáltíðirnar meiri innbjóðandi og leskiligar, og millummáltíðir meiri fjølbroyttar, við m.a. at bjóða sjúklingum proteindrykkir og orkuríkar dessertir til millummála.
Tað er serliga umráðandi at fáa nóg mikið av orku og proteini undir innleggjan til eitt nú skurðviðgerð, og tí er maturin sera tíðandi í viðgerðini av sjúklingum.

Eftirfylgjandi er ein nýggj kanning gjørd av nøgdseminum við máltíðirnar undir innleggjan á deildini, umframt at eftirkanna varð, um matur enn fer til spillis.
Úrslitið gjørdist, at nærum ongin matur fer til spillis á deildini í dag, tí nøgdsemi við máltíðirnar er sera høgt. Mett verður, at hátturin maturin verður borðreiddur, økir um matarlystin hjá sjúklingunum.


Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur víst verkætlanini stóran áhuga, og tók stig til at vitja á Landssjúkrahúsinum í gjár, fyri at hoyra um góðu úrslitini.  
Sí úrslit av seinnu kanningini her.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.