Økt tænasta til sjúklingar í Keypmannahavn

2. FEBRUAR 2018

Avtala er fingin í lag um koyring til føroyskar sjúklingar, sum búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn til ymsu viðgerðarstøðini. Tað er Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið, sum hevur tikið stig til samstarvið og keypt buss til endamálið. Føroyskur bilførari tekur sær av koyringini, sum er uttan kostnað fyri sjúklingar og játtaðir fylgjarar. Túrarnir eru frá kl. 7.30 á morgni til 19.00 á kvøldi.
Áður máttu sjúklingar nýta almenna ferðslukervið ella taxa til viðgerðarstaðið.

Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn
er ein vælgerandi grunnur, sum hevur til endamáls at betra um trivna fyri føroyskar sjúklingar og teirra avvarðandi, við eitt nú at skipa fyri tiltøkum á Sjúklingahotellinum og túrum aðrastaðnis. Til hetta endamálið hevur grunnurin keypt ein buss, kallaður Sóljan.
Fleiri fólk eru knýtt at slíkum óløntum uppgávum, eins og aðrir felagsskapir, ið fremja vælgerandi arbeiði á Sjúklingahotellinum, eitt nú føroyski presturin í Keypmannahavn, Brøðrasamkoman og Heimamissiónin, sum javnan skipa fyri fyri møtum og vitjanum til føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn.

Nevndin í trivnaðargrunninum hevur leingi arbeitt við ætlanini um at bjóða busskoyring, og nú Landssjúkrahúsið eisini arbeiddi við eini ætlan um skipaða koyring, fóru fyrireikingarnar av álvara í gongd. Tað hevur tikið tíð at fyrireika, tí ymisk loyvir skuldu fáast til vega, innan farast kundi undir slíka koyring. Nevndin hevur nú stovnað eitt felag, Faroe Trans, sum á handilsligum grundarlagi tekur sær av hesi uppgávuni.  

Landssjúkrahúsið fegnast um nýggju tænastuna, sum við tíðini kann mennast við tørvinum, og vónar at sjúklingar og avvarðandi fara at taka væl ímóti.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.