80 starvsfólk á skeið í røkt til krabbameinssjúklingar

11. MAI 2018

Nærum 80 heilsustarvsfólk úr øllum Føroyum hava í síðstu viku luttikið á skeið í stuðlandi og linnandi røkt til krabbameinssjúklingar. Umframt sjúkrarøktarfrøðingar frá medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, luttóku eisini røktarstarvsfólk frá Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi, umframt frá heimatænastum kring landið. 

Endamálið við skeiðnum
Krabbameinssjúklingar liva longri enn áður, men lívsgóðskan er ikki neyðturviliga betri. Likamligu, sálarligu, sosialu og ekstensiellu avbjóðingarnar sjónligera týdningin av, at heilsustarvsfólk regluliga fáa møguleika til at dagføra og menna vitanina innan stuðlandi og linnandi røkt til krabbameinssjúklingar.

Sonja Nielsen, Gudny Remberg og Ann Kristina Joensen høvdu fyriskipað skeiðið, sum var hildið á Landssjúkrahúsinum. Undirvísari var ​Svend Ottesen.
Hann er yvirlækni í onkologi og palliatión á Roskilde sjúkrahúsi, og hevur seingjardeildin B6 á Landssjúkrahúsinum havt samstarv við hann síðani palliativa eindin lat upp. Eisini er hann royndur undirvísari í serútbúgvingini í krabbameinssjúkrarøkt á Metropol, sum fleiri starvsfólk á Landssjúkrahúsinum taka sum fjarlestur. 

Tey luttakandi fingu handað prógv, tá skeiðið var lokið.

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.