Fleirfakligt toymi skal viðgera sjúklingar við bróstkrabba

19. NOVEMBER 2018

1. januar 2019 fara flestu føroysku sjúklingar, sum fáa staðfest bróstkrabba at fáa viðgerð í Føroyum.

Landssjúkrahúsið hevur gjørt avtalu við eitt multifakligt toymi frá Aalborg Universitetshospital, um at koma á Landssjúkrahúsið einaferð mánaðarliga at gera mammografi kanningar, og um sjúka verður staðfest, at viðgera flestu av hesum sjúklingum í Føroyum.

Sjúklingagongdin í Føroyum 

Sjúklingar, sum verða viðgjørdir í Føroyum, fara fyrst til eina mammografi kanning á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, har staðfest verður, hvørt viðgerð er neyðug.
Áðrenn 14 dagar fáa teir sjúklingar, har sjúkueyðkenni fyriliggja, eina innkalling til fyrstu viðtaluna við mammaskurðlæknan. Við hesa viðtaluna verður greitt frá, hvør og hvussu skurðviðgerðin skal fara fram dagin eftir. 

Allir sjúklingar við bróstkrabba verða umrøddir á eini fleirfakligari konferansu (ráðleggingarfundi) áðrenn skurðviðgerðina, har øll heilsustarvsfólkini við sergreinum innan økið eru til staðar og gera meting av hvør viðgerð er best egnað.

Næsta dag verður tann avtalaða skurðviðgerðin framd á Landssjúkrahúsinum. Flestu sjúklingar kunnu sleppa heim aftur sama dag.

Allir sjúklingar fáa ein kontaktpersón og eitt telefonnummar við heim, í fall neyðugt er við sambandi til sjúkrahúsið tað fyrsta døgnið.

Dagin eftir skurðviðgerðina skal sjúklingurin møta aftur á Skurðambulatoriinum til uppfylging hjá mammakirurginum, og eftirfylgjandi verður uppfylging framd av Skurðambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum.

Áðrenn 14 dagar fyriliggur svar uppá mikroskopisku kanningina av vevnaðinum, sum var tikin burtur undir skurðviðgerðini.    

Sjúklingurin fær nú boð um úrslitið av kanningini, og í sama tíðarskeiðinum fer fram enn ein fleirfaklig konferanca, har toymið leggur ætlan fyri framhaldandi viðgerðini hjá sjúklinginum.

Síðani verður ein samrøða við sjúklingin umvegis video við toymið á Aalborg Universitetshospitali. Hetta fer fram á Landssjúkrahúsinum, har sjúkrarøktarfrøðingur/kontaktpersónurin hjá sjúklinginum er hjástaddur.
Í samrøðuni verður tikið samanum viðgerðina, og sjúklingurin fær at vita hvat síðani skal fara fram. 

Sjúklingagongdin í Danmark

Einans sjúklingar sum hava tørv á endurskapan av bróstinum verða sendir til Aalborg at skurðviðgerast.
Í teimum førum fremur plastkirurgur rekostruktiónina í somu doyving sum mammakirurgurin hevur framt sín part av skurðviðgerðini. Hetta tryggjar, at sjúklingurin ikki skal undir skurð fleiri ferðir í sjúklingagongdini.

Í teimum førum, tá endurskapan ikki kann gerast fyrr enn seinni, verður sjúklingurin ávístur til Aalborg til seinni skurðviðgerð.

Sjúklingar, sum skulu hava kemoviðgerð, verða viðgjørdir á Landssjúkrahúsinum. Teir sjúklingar, sum skulu hava stráluviðgerð, fáa hesa viðgerðina í Aalborg.

Allir sjúklingar verða innkallaðir til mammakirurgin eitt ár aftaná skurðviðgerðina at fylgja upp um støðuna.

Øll uppfylging næstu árini gongur fyri seg á Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið fer at fremja eina nøgdsemiskanning millum teir sjúklingar, sum verða viðgjørdir fyri bróstkrabba frá byrjan 2019, soleiðis at tillagingar kunnu fremjast eftir tørvi.  

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.