Foreldraundirvísing í ADHD

2. MARS 2018

Í 2018 fer Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum at hava 3 umfør av foreldraundirvísing um ADHD – í februar, mai og oktober, øll á 2 ferðir 2 tímar.
Undirvísingin er ætlað foreldrum/avvarðandi at børnum, sum nýliga hava fingið staðfest ADHD. Undirvíst verður í bólkum.

Undirvísingin fevnir um:  

  • Grundleggjandi ástøði um ADHD
  • Námsfrøðiligar meginreglur

Møguleiki er eisini fyri práti og kjaki.

Undirvíst verður hesar dagar á Eirargarði 15:

Umfar 1:  
21. februar kl. 13-15
22. februar kl. 13-15

Umfar 2:   
15. mai kl. 13-15
18. mai kl. 13-15

Umfar 3: 
17. oktober kl. 13-15
18. oktober kl. 13-15


Av tí at luttakaratalið er avmarkað, verða tit biðin um at melda tykkum til hjá skrivaranum hjá B&U, tlf. 304500, lok. 4480 
ella inger.gabrielsen@ls.fo í seinasta lagi eina viku áðrenn undirvísingin verður.

Prenta plakat her.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.