Kunnandi tiltak um eftirlit eftir viðgerð fyri bróstkrabba

4. APRÍL 2018

Landssjúkrahúsið fer í næstum at broyta eftirlitsgongdina hjá kvinnum, ið ganga til eftirlit eftir viðgerð fyri bróstkrabba.

Í hesum sambandi skipar Landssjúkrahúsið fyri kunnandi tiltaki í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, mánakvøldið 16. apríl kl. 19.00 til 20.30.

Michael Andersson, yvirlækni, dr. med., og serlækni í bróstkrabba fer at greiða frá.

Kaffi og te verður at fáa og høvi verður at seta spurningar!

Øll eru vælkomin.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.