Ljósmøðravirksemi á Landssjúkrahúsinum í samband við lýsta verkfallið hjá Ljósmøðrafelag Føroya

8. NOVEMBER 2018

Vísandi til lýsta verkfallið hjá Ljósmøðrafelag Føroya kl. 15.00 í dag, verður bert útint bráðfeingis uppgávur í samband við ljósmøðravirksemi.

Verkfallið fær ávirkan á gerandis virksemið hjá Føðideildini og í Ljósmøðraskipanini, sum viðførur, at Landssjúkrahúsið fyribils samskipar móttøku av barnakonum soleiðis:

  • Allar barnakonur í Føroyum, sum meta at tær eru í føðing ella hava átrokandi tørv, skulu ringja á høvuðsnummarið hjá Landssjúkrahúsinum 30 45 00. 
    Tær vera síðani stillaðar um til ábyrgdarhavandi.

  • Tað er alneyðugt, at barnakonur ringja á Landssjúkrahúsið og boða frá innan tær koma á føðideildina.

  • Bráðfeingis hjálp fæst við at ringja 1 1 2.

  • Barnakonur, sum ikki hava bráðfeingis tørv, men hava spurningar, skulu venda sær til sín egna kommunulækna.


Barnakonur, har vanligar umstøður eru aftaná føðing, kunnu vænta at vera útskrivaðar so skjótt mett er ráðiligt.


Viðvíkjandi ambulantum viðtalum 
verður kunning løgd út á heimasíðu okkara ls.fo, um skerda virksemið fær ávirkan á tína komandi viðtalutíð.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.