Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur fyri Sjúkrahúsverk Føroya

1. NOVEMBER 2018

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Thomas Schiøler sum varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Thomas Schiøler er 58 ára gamal, var útbúgvin serlækni í klinisk biokemi í 1999, hevur OLAU I-III leiðsluútbúgving frá Lægeforeningen umframt diplomútbúgving í leiðslu.

Thomas Schiøler hevur drúgvar royndir innan læknafakið bæði innan almen praksis og sum yvirlækni og leiðandi yvirlækni á donskum sjúkrahúsum.

Harafturat hevur Thomas Schiøler drúgvar royndir sum seniorgranskari á DSI, sum sekretariatschef í danska Heilsustýrinum og sum yvirlækni í danska Heilsustýrinum.

Nýggi varastjórin við læknafakligari bakgrund tekur við starvinum tann 1. desember 2018.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.