Veitst tú, at vanligar røntgenmyndir kunnu takast á øllum trimum sjúkrahúsum?

6. APRÍL 2018

Býrt tú eitt nú í Eysturoynni ella í Norðoyggjum, er møguleiki fyri at fáa tikið allar vanligar røntgenmyndir á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Sama ger seg galdandi, um tú býrt í Suðuroy, har vanligar røntgenmyndir eisini verða tiknar á sjúkrahúsinum.
Bæði sjúkrahúsini hava umstøður og fakligan førleika at taka røntgenmyndir, eins og Landssjúkrahúsið.
Tá sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy taka røntgenmyndir, verða tær sendar til Landssjúkrahúsið, har røntgenlækni lesur myndirnar. Svarið verður síðani sent til tín kommunulækna.  

Tú hevur tískil altíð møguleika at velja nærmasta sjúkrahús, tá tú hevur fingið ávísing til røntgen. 

Vegna
Sjúkrahúsverk Føroya

Røntgen á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.