Barnadeildin fingið spælihetju

12. DESEMBER 2019

Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum hevur í eina tíð havt gleði av einari spælihetju. Ein spælihetja er eitt starvsfólk, ið hevur til uppgávu at fáa børn, sum eru innløgd ella koma inn á Barnadeildina til ambulanta viðgerð, at spæla og røra seg.

- Spæl er ein so grundleggjandi partur av at vera barn, og at spæla kann vera lekjandi móti sorg, pínu og stúran. Tó knípir tað ofta við tíð hjá okkum sjúkrarøktarfrøðingum til at spæla við børnini, og tí er tað ein gáva, at vit hava fingið Stefanie, sum kann gera tað á ein so lættan og einfaldan hátt, sum onki hevur at gera við kanning, viðgerð ella prik.

Stefanie Lausen er útbúgvin fysioterapeutur og hevur starvast sum spælihetja seinastu tvey árini. Átakið Spælihetjurnar er danskt og sett í verk av Børneulykkesfonden. Hugskotið byggir á persónligar royndir hjá foreldrum at børnum, ið hava verið innløgd á sjúkrahúsi, og sum hava verið grundarlag fyri eini umfatandi kanning av barnadeildum í Danmark. Kanningin staðfesti, at hóast deildirnar vóru fullar av sjúkum børnum, vóru spælirúm og spælipláss tóm meginpartin av tíðini. Víðari vísti kanningin, at tað ikki var orsakað av, at børnini ikki høvdu hug at spæla, men tí at teimum manglaðu onkran at spæla við. Hetta ger seg galdandi bæði fyri børn, sum eru innløgd, og tey, sum koma til ambulanta viðgerð.

- Tað fer ofta nógv tíð við at bíða, tá ein skal møta á sjúkrahúsinum, og ofta hava foreldur ta fatan, at børn skulu vera still og friðarlig og ikki larma, tá tey eru her í bíðirúminum, greiðir Stefanie frá.

Barnadeildin hevur á leið 1.500 innleggingar árliga, og fevna innleggingarnar um sjúklingar millum 0-17 ár. Tískil kann tað vera ein avbjóðing, at sannføra serliga tey eldru um at spæla ella røra seg.

- Við teimum smáu snýr tað seg um at nýta kroppin, og tá gera vit ofta banar til tey at grulva ella ganga eftir. Vit spæla nógv bólt, bowla, kasta og sparka osfr. Tað er eitt sindur truplari at finna okkurt til tey eldru, men tá havi eg onkuntíð gingið ein túr við teimum. Alt ger mun. Tað snýr seg um at nýta kroppin og leiða tankarnar frá sjúku og viðgerð eina løtu, sigur Stefanie.

Átakið hevur virkað í Danmark síðan 2017 og er stuðlað av Børneulykkesfonden, sum hevur latið leikur, útgerð og starvsfólk til arbeiðið. Umframt á Landssjúkrahúsinum eru Spælihetjurnar at finna á 10 ymiskum sjúkrahúsum í Danmark.

Á myndunum síggja vit spælihetjuna Stefanie, sum saman við Absalon er farin at bowla eftir gongini á Barnadeildini.

Myndir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.