Føðideildin fingið kølivøggu

3. DESEMBER 2019

Í farnu viku varð ein kølivøgga latin Føðideildini. Talan er um eina verkætlan og eitt samstarv millum Beran/Felagið Pinkubarnadeyða og tríggjar mammur, ið hava mist pinkubarn.

Endamálið við verkætlanini er at bøta um korini hjá foreldrum, sum missa pinkubarn. Gransking staðfestir, at tað hevur stóran týdning fyri sorgartilgongdina, at stundir eru at siga farvæl við barnið. Tað kann vera við til at fyribyrgja truplar sorgarreaktiónir, ið kunna elva til verri lívsgóðsku ella varandi mein, og við  kølivøgguni fáa foreldrini betri møguleika at hava barnið hjá sær fram til jarðarferðina.

Kølivøggan hevur víst seg at verið væl móttikin í londunum runt um okkum, og tí fegnast starvsfólkini á Føðideildini um, at vøggan eisini er ein møguleiki á Landssjúkrahúsinum.

- Tað hevur verið óheppið, at foreldrini hava sæð seg noydd at verða innløgd á Føðideildini, fyri at kunna vera saman við barninum ta stuttu og dýrabaru tíð, sum teimum er unt.

- Nú vit hava fingið eina kølivøggu, kunnu vit eggja foreldrunum at fara heim við barninum. Vit vita, at tað er umráðandi fyri foreldur, systkin og avvarðandi at skapa góð minnir saman við barninum og at geva sær stundir at siga farvæl, greiðir leiðandi ljósmóðir, Rannvá Debes Christiansen, frá.

Somuleiðis fegnast starvsfólkini á Føðideildini um samstarvið við Sorgarbólkin Beran, sum bjóðar seg fram til at hava samrøður við foreldrini eftir føðingina.

Verkætlanin er m.a. stuðlað av Balslev, Auto Service, Mariu Poulsen, FA/ Marna Johansen, SP/f Glitnir, Marjun Heimá og N.L. Arge. Hjartans tøkk fyri vælvild og stuðul.

Á myndini f.v. Birita Højgaard, Malan Jónsdóttir, Vanja Olivarsdóttir, Ingun Gaardbo, deildarleiðari, og Rannvá Debes Christiansen, leiðandi ljósmóðir á Føðideildini.

Myndir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.