15. AUGUST 2019
Verkætlanin "Demensvinarligt samfelag" løgd fram
Pilotverkætlanin “Demensvinarligt samfelag”, sum Demensklinikkin og Heimatænastan í Vágum hava samstarvað um, er nú liðug, og 19. august verður hon løgd alment fram í Østrøm.
Orsakað av at løgtingsval verður síðst í august 2019, er hetta eitt gott høvi at fáa demensøkið á breddan, og tí skipar Alzheimerfelagið fyri pallborðsfundi aftaná framløgurnar.
• “Demensvinarligt samfelag” – pilotverkætlan í Vágum Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni
• Verkætlanarlýsing, mál og tilmælir
Maria Skaalum Petersen, Phd og leiðari í Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking
• Samskipan og samstarv í dagliga arbeiðnum Lis Hansen, landsdemenssamskipari
• “Flowskema” og røktartestamenti
Majbrith Reynskorð, kommunalur demenssamskipari
• Kommunalt fyribyrgjandi arbeiði, demens- og avvarðandibólkar Arnleyg Haraldsen, kommunalur demenssamskipari
• Heildartænasta og demenstoymi
Halldis Joensen, leiðari í Heimatænastuni í Vágum
Spurningar til fyrra part
Kl. 20.30. Steðgur - kaffi/te og kakur
Framløgufólkini eru klár til eitt prát og hava faldarar um verkætlanina og tilmælini. Møguleiki er eisini at síggja aðrar faldarar og skjøl, ið vórðu gjørd í verkætlanartíðini.
Alzheimerfelagið skipar fyri politiskum pallborðsfundi um demensøkið. Høvi verður at seta spurningar og vóna vit at fáa eitt gott kjak.