Fysioterapeutar úr 10 londum á altjóða seminari í Føroyum

7. AUGUST 2019

Hesa vikuna er ein altjóða bólkur við 26 fysioterapeut-serfrøðingum savnaður í Runavík til eitt árligt afturvendandi summarseminar.

Teirra serfrøði er innan fysioterapeutiska viðgerðarháttin Basic Body Awareness Terapi, vanliga stytt til BBAT. Hesin viðgerðarháttur verður m.a. nýttur til fólk við tunglyndi, ótta, varandi pínu og langtíðar vødda trupulleikum.

Menningin av viðgerðarháttinum byrjaði í 1950’unum í teimum norðurlendsku londunum og verður í dag nýttur um allan heimin. Høvuðskjarnin í BBAT- viðgerðini er, at man við løttum gerandisrørslum fremur rørslukvalitetin. Royndir og gransking vísa, at støðið av rørslu kvalitetinum hevur ein avgerandi týdning, tá ræður um flest allar heilsutrupulleikar.

Seminarið verður hildið í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Fyriskipararnir eru Lív Egholm og Jórun Simonsen, ið báðar starvast sum fysioterapeutar á  Landssjúkrahúsinum á Psykiatrisku deplinum. Á Psykiatrisku deplinum hevur BBAT verði ein partur av fysioterapeutiska viðgerðartilboðnum síðani 2009.

Hetta er fyrstu ferð at slíkt altjóða skeið er í Føroyum. At verða ein partur av einum altjóða serfrøðingabólki er ein styrki fyri fysioterapiina í Føroyum, meta fyrireikararnir. BBAT viðgerðarhátturin vindur alt meira uppá seg og partur av hesum seminarinum er at menna nýggjar hættir til at fyribyrgja og viðgera vaksandi heilsuavbjóðingarnar í samfelagnum innan varandi pínu, psykosomatiskar  og psykiatriskar sjúkur.

Meira kunning fæst á  http://www.iatbbat.com/

Eisini ber til at seta seg í samband við 

Liv Egholm
Email: lsliveg@ls.fo
Telefon: 508373

Jórun Simonsen
Email: lsjorsi@ls.fo
Telefon: 591203

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.