Granskingardagur verður á Landssjúkrahúsinum 23. mai 2019

15. FEBRUAR 2019

Á Granskingardegnum verður høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum. 

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Somuleiðis verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara. Tey ið hava eitt granskingarsamstarv við Landssjúkrahúsið eru vælkomin at senda okkum abstracts.

Freistin at senda abstracts til Granskingardagin er mánadagin 1. apríl kl. 12.00.

Neyv skrá kemur seinni. 

Tað er Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum, sum skipar fyri degnum.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.