Handaðu landsstýrismanninum tilmæli um viðgerðartrygd

16. DESEMBER 2019

Ein arbeiðsbólkur, undir leiðslu av Thomas Schiøler, varastjóra, hevur í dag handað landsstýrismanninum í heilsumálum tilmæli um viðgerðartrygd.

Gjøgnumgangandi metir arbeiðsbólkurin, at møguligir fyrimunir og vansar av at seta viðgerðartrygd í verk í Føroyum, enn ikki er nóg væl lýst fakliga.

Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at tað verða gjørdar fleiri kanningar áðrenn farið verður undir at skipa viðgerðartrygd í Føroyum. Eisini skulu ymiskir aðrir háttir at minka um bíðitíðir í Føroyum kannast nærri.

Bólkurin er samdur um 26 ítøkilig tilmælir, sum fevna um fýra yvirskipaðar bólkar:

  • Seta á stovn regluligar uppgerðir innan bíðilistar
  • Greiningar av fyrimunum og vansum áðrenn val av viðgerðartrygdarskipan
  • Virksemisoptimeringar-pulja til sjúkrahúsini
  • "Pukkelafviklingspulje" – ein skiftisloysn

Um arbeiðið
Tíðliga í vár varð arbeiðsbólkurin settur at skriva tilmæli um, hvussu vit kunna skipa viðgerðartrygd í Føroyum og soleiðis byrgja fyri, at bíðilistar gerast ov langir.

Frammanundan hevði Kaj Leo Holm Johannesen vegna Sambandsflokkin lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, sum alt Løgtingið tók undir við. Síðani álegði Løgtingið Landsstýrinum at arbeiða fram í móti at seta viðgerðartrygd í verk í Føroyum.

Tilmælið er skrivað á donskum, men aftan á halguna verður tilmælið umsett til føroyskan tekst, sum verður lagt á heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.

Tilmælið kann lesast HER

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.