Taxa

Hjartalæknavakt á Landssjúkrahúsinum alt samdøgrið

8. APRÍL 2019

Heilsuverkið er undir støðugari menning. Viðgerðirnar gerast fleiri og betri og tænasturnar verða alsamt meira spesialiseraðar. Við fígging úr serstøku serlæknapuljuni er nú skipað soleiðis fyri, at hjartalækni er á vakt á Landssjúkrahúsinum alt samdøgrið.

Rudi Kollslíð, hjartalækni á Landssjúkrahúsinum heldur, at tað serliga hjá hjartasjúklingunum er umráðandi at neyðugar hjartakanningar verða gjørdar alt døgnið, hvønn einasta dag í árinum.

“Stovnan av kardiologiskum vaktlagi á Landssjúkrahúsinum er eitt stórt framstig, fyrst og fremst fyri sjúklingarnar, men eisini fyri okkara starvsfelagar, bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru í vakt. Hjartasjúkur eru ofta akuttar. Kanningar og viðgerðir eiga at vera so rættar og skjótar sum til ber og kunnu ikki altíð snikkaleyst bíða til dagin eftir.“

Landssjúkrahúsið fer sostatt at veita eina kardiologiska tænastu sum er í samsvari við tilmælið hjá danska Heilsustýrinum um, at øll sjúkrahús sum taka ímóti akuttum medisinskum sjúklingum, kunnu veita kardiologiska tænastu í vaktini. Í løtuni starvast tríggir hjartalæknar á Landssjúkrahúsinum.

Skipanin varð sett í verk tann 1. apríl.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.