Nýggj barna- og ungdómspsykiatrisk dagdeild á Landssjúkrahúsinum

27. NOVEMBER 2019

“Hetta er startskotið til, at vit nú sjálvi kunnu taka okkum av teimum børnum og ungu, ið eru harðast rakt. Her kunnu vit bjóða intensiva miljøterapeutiskar eygleiðingar og viðgerðir. Tað kennist gott, at vit nú kunnu taka okkum av okkara egnu heldur enn at senda tey av landinum í fleiri mánaðir og kvetta alt samband, sum tey ungu hava við skúla, vinir og familju”.

Soleiðis segði Rebekka Perlick, serlækni, tá móttøka var á Eirargarði 4, í sambandi við at nýggj dagdeild er latin upp til børn og ung við svárum sálarligum avbjóðingum.

Nýggja dagtilboðið fer at hava við sær, at børn og ung bert í heilt serligum førum verða innløgd á psykiatriskari seingjardeild saman við vaksnum. Leingi hevur verið funnist at, at vaksin og børn hava verið innløgd á somu deild á Psykiatriska deplinum, men umstøður hava ikki verið til annað. Fyrr enn nú.

Tað var í 2018, at fyrstu krónurnar vóru játtaðar á fíggjarlógini til at skipa eitt dagtilboð til børn og ung við sálarligum avbjóðingum. Byrjað varð í smáum og tað hevur tikið tíð at fáa alt riggað til, men í heyst varð klárt at taka ímóti fyrstu sjúklingunum í nýumvældum hølum á Eiragarði 4.

Sum er, er ikki játtan til at hava starvsfólk alt samdøgrið, og í røðu sínari bar Rebekka Perlick fram ynski um, at játtanin verður økt komandi ár, soleiðis at starvsfólk kunnu vera um børnini og tey ungu um náttina, tá tørvur er á tí.

 

Myndir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.