Corona.fo

Nýggj Coronavirus

3. FEBRUAR 2020

Serfrøðin metir framvegis at lítil sannlíkindini eru fyri, at sjúkan kemur til Føroya. Men neyðugt er at fylgja væl við og vit í Sjúkrahúsverkinum eru klár um ein tilburður av coronavirus kemur hendaveg.

Í dag hevur Heimsheilsustovnurin kunngjørt, at talið av smittaðum nú er um 17.000 og væntandi er, at hetta fer at økjast. Framvegis er talið av smittaðum uttanfyri Kina avmarkað, men stovnurin metir at smittan kann fara at spjaða seg og serliga til lond, har heilsuviðurskiftini eru vánalig. Tí hevur Heimsheilsustovnurin lýst coronavirusið sum eina heimshóttan.

Sjúkrahúsverkið er til reiðar
Í Føroyum eru tað danska Heilsustýrið og Landslæknin, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina fyri tilbúgvingini á heilsuøkinum. Heilsustýrið hevur gjørt neyvar leiðreglur, sum Sjúkrahúsverkið fylgir.

Í Sjúkrahúsverkinum eru neyðugar fyrireikingar gjørdar og kunnað er innanhýsis um hvussu starvsfólkini skulu handfara møguligar støður við coronavirus hjá sjúklingi. Hetta snýr seg um nær vandi er fyri at persónar hava smittuna, hvussu kannað verður og hvussu starvsfólkini skulu vera um sjúklingarnar.

Somuleiðis er isolatiónsstova gjørt klár, útgerð fingin til vega og viðurskiftini kring flutning av sjúklingum við coronavirus eru skipaði. Boðini frá Landslæknanum eru fyribils, at sjúklingarnir skulu flytast til annaðhvørt Hvidovre ella Skejby sjúkrahús til viðgerðar, sum hava serligar deildir fyri smittandi sjúkur.

Les meira um Coronavirus á heimasíðuni hjá danska Heilsustýrinum her

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.