Ráðstevna: Psykiatriin 50 ár

17. OKTOBER 2019

Í sambandi við, at føroyska psykiatriin verður 50 ár um mánaðarskiftið, skipar Psykiatriski depilin fyri ráðstevnu tann 29. oktober 2019. Tiltakið verður í Smæruni frá klokkan 14 til 20.

Í hesum døgum eru 50 ár liðin síðani, at fyrstu 20 sjúklingarnir vóru innlagdir á Statshospitalinum, sum er tað, ið vit í dag kenna sum Psykiatriski depilin.

Vanliga siga vit, at føroyska psykiatriin byrjar tá, stutt eftir, at Árni Olsen, sum fyrsti føroyski psykiatari, hevði tikið við starvi.

Tann 29. oktober 2019 verður 50-ára dagurin hátíðarhildin við stórum tiltaki í Smæruni. Tá fara vit at lýsa føroysku psykiatriina úr fleri ymiskum sjónarhornum, bæði fortíð, nútíð og framtíð. Eisini verða sofaprát og tónleikur.  

Dagurin endar við, at kendi danski sjónvarpsverturin Henrik Dahl greiðir frá um egnar upplivingar við sálarsjúku.

Øll eru vælkomin og tað er ókeypis at luttaka. Tilmelding er ikki neyðug. 

Skráin sæst HER  

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.