Skipað undirvísing fyri sjúklingar og avvarðandi í psykiatriini

9. AUGUST 2019

 

Komandi tíðina skipar Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum fyri trimum skeiðum ætlað sjúklingum og avvarðandi, sum hava samband við psykiatriina. Tað er ókeypis at luttaka.

Endamálið við undirvísingini er at brynja sjúklingin og avvarðandi til at taka lut í viðgerðini og hjálpini annars. Á skeiðunum fáa sjúklingar og avvarðandi innlit og amboð til at skilja og handfara avbjóðingarnar.

Psykiatriski depilin arbeiðir miðvíst við at seta fokus á møguleikarnar, sum sjúklingurin hevur fyri at koma seg. Ein táttur í hesum er, at sjúklingar og avvarðandi - í tann tað ber til – eru við í tilgongdini at leggja viðgerðina til rættis og í øðrum átøkum, sum skulu til, fyri at sjúklingurin kann koma seg skjótast til ber.

Ætlanin er, at Í fyrstu syftu verða fyri trimum skeiðum, men fleiri skeið verða boðin út seinni.

• Lær at skilja óttan - hvat kann eg gera? Byrjar 20. august.
• Sosialar veitingar - hvat havi eg rætt til og hvat kann eg gera? Byrjar 18. september.
• Kognitivar avbjóðingar - ringt at hugsavna teg? Byrjar 27. august.

Tað eru starvsfólk á Psykiatriska deplinum, sum undirvísa.

Øll tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til bilmc@ls.fo.

Les meira um skeiðini og freistir fyri tilmelding í lýsingunum niðanfyri.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.